Tom Ahrenst nýggjur nevndarlimur í BankNordik

Tom Ahrenst nýggjur nevndarlimur í BankNordik
Birita Sandberg Samuelsen heldur fram sum forkvinna og Rúni Vang Poulsen sum næstformaður.
Aðalfundurin í BankNordik samtykti eisini at lata 250 mió. kr. í vinningsbýti.
 
03.04.2023 - 08:16

Danin Tom Ahrenst er nýggjur nevndarlimur í BankNordik.

Hann kom aftrat í nevndina á aðalfundinum fríggjadagin.

Annars var nevndin afturvald.

Tom Ahrenst er varastjóri í Nykredit.

 

Samsýningin hækkar

Aðalfundurin samtykti uppskotið hjá nevndini um at hækka samsýningina hjá forfólkinum og næstforfólkinum í nevndini.

Samsýningin hjá nevndarlimum verður framvegis 180.000 kr.

Nú fáa forfólkið og næstforfólkið ávikavist hálva triðju og hálvaaðru grundarsamsýning, sum eru ávikavist 450.000 og 270.000 krónur.

Uppskotið er at hækka upphæddirnar upp í ávikavist tríggjar og tvær grundarsamsýningar, sum eru eru 540.000 og 360.000 kr.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg. 

 

Birita Sandberg Samuelsen heldur fram sum nevndarforkvinna í BankNordik.

 

250 mió. kr. í vinningsbýti

Birita Sandberg Samuelsen heldur fram sum forkvinna og Rúni Vang Poulsen sum næstformaður.

Aðalfundurin samtykti eisini at lata 250 mió. kr. í vinningsbýti, 26 krónur og fýra oyru fyri hvørt partabræv, sum nominelt er 20 kr.

70 prosent av úrslitinum í 2022 fara til vinningsbýti. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053