Góðar lógir men eingir pengar

Góðar lógir men eingir pengar
Alt ov nógv børn, sum bera brek, detta niðurímillum í eini skipan har lógarverkið ikki er nóg gott, lógir ikki vera fíggjaðar og myndugleikar ikki arbeiða saman..
Tóra við Keldu, forkvinna í meginfelagnum Megd.
 
07.04.2023 - 16:00


Alt ov nógv børn, sum bera brek, detta niðurímillum í eini skipan har lógarverkið ikki er nóg gott, lógir ikki vera fíggjaðar og myndugleikar ikki arbeiða saman.

Tað stendir í yvirlýsing frá Megd, sum var send út um dagarnar. 

Tóra við Keldu, forkvinna í Megd. sigur, at dømi eru um góðar lógir, men tær eru ikki fíggjaðar.

Børn og ung fáa ikki tey rættindi, sum tey eiga sambært breksáttmálanum, sigur Tóra við Keldu.

Vit mugu eisini fáa gjørt greitt, hvat landið eigur, og hvat kommunurnar eiga og hava samstarv millum land og kommunur.

Haraftrat mugu kommurnar hava somu tilboð. Og børn, sum bera sama brek, er ikki øll eins. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655