Kvinnulandsliðið úttikið

Kvinnulandsliðið úttikið
Jón Pauli Olsen hevur úttikið 18 leikarar til HM-undankappingardystirnar móti Skotlandi og Póllandi
 
13.09.2013 - 11:29

Sunnudagin 22.september verður nýggj føroysk fótbóltssøga skrivað, tá A-landsliðið í fótbólti hjá kvinnum fyri fyrstu fer spælir HM-undankappingardyst.

Fyrsti dystur verður á heimavølli móti Skotlandi, og síðani verður spælt móti Póllandi á útivølli fýra dagar seinni.

Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið hesar 18 leikararnar:

Bjarta O. Johansen, B36

Rakul Maria Johannesen, B36

Sigrun K. Kristiansen, EBSTR/Skála

Sólja T. Eiðisgarð, EBSTR/Skála

Fríðrún Danielsen, EBSTR/Skála

Oddrún Danielsen, EBSTR/Skála

Anna Sofía Sevdal, EBSTR/Skála

Íðunn Magnussen, EB/STR Skála

Liljan av Fløtum Jesepersen, HB

Lív Arge, HB

Heidi Sevdal, HB

Malena Josephsen, KÍ

Bára S. Klakkstein, KÍ

Sigrid Jacobsen, KÍ

Rannvá B. Andreasen, KÍ

Randi S. Wardum ØK (DK)

Olga Kristina Hansen ØK (DK)

 

HM-undankappingardysturin móti Skotlandi verður spældur á Tórsvølli sunnudagin 22.september klokkan 17.15

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928