- Tíðindi, mentan og ítróttur
Burðardygt matsjálvbjargni

Umhvørvisstovan er limur í norðurlendska Smásamfelagsbólkinum, sum frá 2021 til 22 skipaði fyri norðurlendskari verkætlan um matsjálvbjargni í teimum fimm norðurlendsku oyggjasamfeløgunum Bornholm, Føroyum, Grønlandi, Ísland og Álandi.
Búnaðarstovan var partur av verkætlanini, sum legði fram møguleikar og avbjóðingar fyri at økja sjálvbjargni við matvørum á burðardyggum grundarlagi í luttakandi londum.
Trý høvuðstilmæli vórðu orðað fyri hvørt land, og tilmælini fyri Føroyar vóru at styrkja samstarv og dialogi millum allir partar í virðisketuni, at finna hóskandi støði fyri matvøruframleiðslu og matvørutrygd og seta ítøkilig mál, og at kanna møguleikarnir at dyrka meira grønmeti.
Í dag verður so farið víðari við tilmælunum um økt matsjálvbjargni í Føroyum, og avbjóðingar og møguleikar í Føroyum eru til umrøðu, og sett verða ítøkilig mál fyri, hvussu málini kunnu verða framd í verki.



























