Ukraina: Hondbóltur í útlegd

Ukraina: Hondbóltur í útlegd
Nógv er broytt hjá ukrainsku hondbóltsspælarunum, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina fyri góðum ári síðan. Vit spæla fyri fólk okkara, sigur vongurin, Andrii Akimenko
- Vit spæla fyri fólk okkara, sigur 28 ára gamli vongurin, Andrii Akimenko
26.04.2023 - 17:18

Russland hevur gjørt innrás í heimlandinum Ukraina, og tí hevur tað ein serligan týdning fyri ukrainsku leikararnir í hesum døgum at umboðað føðilandið. 

Andrii Akimenko hevur nógv rósandi orð at bera føroyska hondbóltslandsliðnum, ið spælir framúrskarandi hondbólt. 

Vongur letur tó ongan iva vera um, at ukrainsku leikararnir eru komnir til Føroya fyri at vinna dystin í kvøld. 

Andrii Akimenko verður ovfarin av at hoyra, at tað búgva 200 ukrainar í Føroyum, tí Føroyar liggja so fjarðskotið og lagt frá heimlandinum. 

"Um bara eitt ella tvey av teimum koma til dystin at stuðla okkum, so er tað fantastiskt."

- Áhugin hevur verið serliga stórur fyri dystinum, men einki er avgjørt fyrr enn dystin sunnudagin.

Tað sigur Hans Jón Thomsen, stjóri í Hondbóltssambandinum um hondbóltsdystin, sum verður millum Føroyar og Ukraina í fullsettari høll í kvøld.  

>>SÍ: "Stórur áhugi fyri dystinum"

 

Strikuspælarin hjá Føroyum, Helgi Hoydal, vónar at skriva ítróttarsøgu og spæla eitt føroyskt A-landslið í eitt endaspæl.

Elias á Skipagøtu heldur, at hetta er størsti dysturin hjá sær higartil

>>SÍ: "Helgi Hoydal: Droymir um eufori á Hálsi"

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115