Fýra dystir í Betri-deildini í kvøld

Fýra dystir í Betri-deildini í kvøld
KÍ skal reisa seg aftur, eftir tapið í steypakappingini leygardagin, tá teir vitja B68 á Svangaskarði. Fýra dystir eru í Betri-deildini við monnum í kvøld
 
26.04.2023 - 14:43

KÍ varð sligið út út kappingini um Løgmanssteypið, tá teir taptu fyri B36 í Havn leygardagin, men klaksvíkingar hava framvegis fult stigatal í landskappingini.

Í kvøld vitja teir B68 á Svangaskarði, og har meistarin, sum er stórfavorittur, royna at reisa seg aftur.

B36, sum vann 2-0 ímóti meistarunum í steypakappingini, vitjar EB/Streym. Árstalsfelagið hevur fingið eina góða byrjan upp á kappingina og liggur á 3. plássi við 12 stigum.

Hinir báðir dystirnir eru millum AB og 07 Vestur, sum hittast inni í Vika, og TB og ÍF, sum spæla við Stórá.


Betri-deildin, menn:
TB - ÍF kl. 16:30
EB/Streymur - B36 kl. 17:00
AB - 07 Vestur kl. 17:00
B68 - KÍ, kl. 18:00

Ein dystur verður spældur í bestu deildini við kvinnum. Hann er undir Mýruhjalla ímillum EB/Streym/Skála og HB og byrjar klokkan 19:00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928