Partarnir hava svarað Semingsstovninum

Partarnir hava svarað Semingsstovninum
Flogskiparafelagið og Føroya arbeiðsgevarafelag hittast hjá Semingsstovninum klokkan 13
Klokkan 13 verður kunnað um, hvat flogskiparar og arbeiðsgevarar siga til semingsuppskotið. (Savnsmynd)
 
27.04.2023 - 11:04

Flogskiparafelagið og Føroya arbeiðsgevarafelag hava svarað Semingsstovninum um semingsuppskotið, sum var lagt fyri feløgini í síðstu  viku.

Og nú klokkan eitt hittast partarnir á fundi hjá Semingsstovninum.

Og tá verður kunnað um, hvat partarnir hava svarað. 

Samráðingarnar millum flogskiparar og arbeiðsgevarafelagið, sum Atlantic Airways er í, slitnaðu fyri páskir, og Semingsstovnurin var boðsendur.

Semingsroyndin byrjaði fyri góðum tveimum vikum síðani.

Sáttmálin hjá flogskiparunum, sum var, kom í 2019. Hann vardi til 1.apríl í ár.

Men so leingi samráðingar eru, verður gamli sáttmálin brúktur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053