Tesla skannar neyvt

Tesla skannar neyvt
Vinnulívsfyritøkur vilja lata føroyska sjúkrahúsverkinum ein 3 Tesla MR-skannara. Men hvat kann hesin skannarin? Tað hava vit spurt Johan Poulsen, serlækna í urologi, um.
 
27.04.2023 - 12:00

- Um illgruni er um prostatakrabba, so kann man við hesum skannarnum síggja sjúkuna meiri neyvt, og harvið sleppur man undan at taka so nógvar sýnisroyndir av prostata, sigur Johan Poulsen.

Ì dag er læknin oftani noyddur at taka einar 12 sýnisroyndir, fyri at staðfesta hvar krabbin situr í prostata, men við nýggja skannarnum sær man hvar krabbin situr.

- Tá ið man sær hvar krabbin situr, tekur man bara nakrar heilt fáar sýnisroyndir, fyri at staðfesta hvat fyri slag av krabba talan er um, sigur Johan Poulsen.

Hetta bøtir munandi um vágan fyri bruna og seinfylgjum. 

 

Johan Poulsen, serlækni í urologi, brúkar nógv skannara fyri at staðfesta krabba í prostata hjá monnum

 

Einir 50 menn í Føroyum fáa staðfest krabba í prostata um árið og Johan metir, at einir 200 skulu skannast um árið, fyri at fyribirgja og uppdaga krabba í prostata so tíðliga sum gjørligt. 

 

Kann brúkast til annað er prostataskanningar

- Umframt eina rúgvu av ymiskum skanningum av menniskjakroppinum, so kann skannarin eisini síggja bróstkrabba hjá ungum kvinnum, sigur Johan.

Vevnaðurin í bróstinum hjá ungum kvinnum er oftani meiri fastur í tí, og tí kann tað verða torført at síggja ein krabbaknykil, men tað sæst við 3 Tesla skannarnum.

 

3TeslaSkannarin

Lurta eftir samrøðuni við Johan Poulsen, serlækna í urologi um 3 Tesla skannaran. 
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539