Gunnvá Guttesen nýggjur varastjóri

Gunnvá Guttesen nýggjur varastjóri
Hon tekur við starvinum á Landssjúkrahúsinum 1. juni, og verður eisini partur av leiðsluni fyri alt Sjúkrahúsverkið
Gunnvá Guttesen er nýggjur varastjóri á Landssjúkrahúsinum og í leiðsluni fyri alt Sjúkrahúsverkið. (Mynd av Facebook-vanga)
 
27.04.2023 - 14:52

Gunnvá Guttesen er sett sum varastjóri við sjúkrarøktarfrøðiligari bakgrund.

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur sett Gunnvá í starv, skrivar Landssjúkrahúsið í tíðindaskrivi.

Gunnvá Guttesen verður sum varastjóri á Landssjúkrahúsinum eisini partur av leiðsluni fyri alt Sjúkrahúsverkið.

Gunnvá Guttesen er 52 ára gomul. Hon erútbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, og hevur starvast í føroyska heilsuverkinum síðani 2001, bæði sum varaleiðari og deildarleiðari á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum. Hon hevur eisini sum verkætlanarfólk verið við at verkseta talgildu heilsuskipanina í Føroyum.

Seinastu fimm árini hevur Gunnvá verið depilsleiðari á Medisinska deplinum og eigur týðandi leiklut í stóru menningini av størsta deplinum á Landssjúkrahúsinum, sigur Landssjúkrahúsið..

Nýggi varastjórin hevur breiða vitan um sjúkrahúsverkið, hevur góðar leiðsluførleikar og dugir væl at fáa fólk við, stendur í tíðindaskrivinum frá Landssjúkrahúsinum.

Gunnvá Guttesen tekur við starvinum sum varastjóri 1.juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Nýggjastu sendingar í SV