Semingsstovnurin hittir partarnar aftur í dag

Semingsstovnurin hittir partarnar aftur í dag
Gamli sáttmálin millum Skipara- og Navigatørfelagið og Reiðarafelagið er galdandi, so leingi Semingsstovnurin er uppi í samráðingunum
Terje Sigurðsson, semingsmaður, bað partarnar um at fara til hús at umhugsa støðuna, og hann hevur boðsent teimum aftur seinnapartin.
 
15.05.2023 - 11:10

Klokkan eitt fara samráðingarfólkini hjá Skipara- og Navigatørfelagnum og Reiðarafelagnum á fund við Semingsstovnin í hølinum hjá stovninum í Havn. 

Eftir at hava roynt í tvey samdøgur var einki grundarlag fyri at gera eitt semingsuppskot, segði Terje Sigurðsson, semingsmaður, fríggjamorgunin.

Semingsstovnurin boðsendi pørtunum at koma aftur í dag, nú teir hava hugsað seg um nakrar dagar.  

Sáttmálin millum Skipara- og Navigatørfelagið og Reiðarafelagið vardi til 1.apríl.

Sáttmálin var longdur til á midnátt mikudagin 10.mai. Hann er ikki longdur aftur.

Men sum vant verður gamli sáttmálin galdandi, so leingi Semingsstovnurin er uppií, og samráðingarnar ikki slitna. 

Samráðingarnar byrjaðu 12.apríl.

3.mai sendi Skipara- og Navigatørfelagið boð eftir Semingsstovninum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329