Veðurstovan: Veðrið ársins fyrsta summardag

Veðurstovan: Veðrið ársins fyrsta summardag
Veðrið fyrsta summardag í ár, 1. juni, var gott við bláari luft og sólskini.
Forsíðumynd: Faroeislandslive.com. Stykkið 1. juni 2023 kl 14.45
 
02.06.2023 - 14:03

Í hesum døgum liggja vit norðan fyri miðjuna á einum stórum hátrýstøki. Miðjan er sunnan fyri Ísland. Veðrið í Føroyum er tí støðugt við skiftandi skýmongd, yvirhøvur er turt og lítið av vindi.

 

Fleiri brúgvaløg í mai

Áðrenn alt hetta var veðrið í mai merkt av brúgvaløgum, sum fóru framvið við regni og vindi. Serliga í seinnu hálvu av mai vóru løtur við fitt av vindi.

 

Miðalvindur og hvirlur í Havn í farnu viku. Ættin er vestan alt tíðarskeiðið. Leggið til merkis løtuna týskvøldið 23. mai til hósnáttina 25. mai og aftur leygardagin 27. mai. Tá vóru løtur við miðalvindferð upp í skrið, 15 til 18 m/s og í hvirlunum var vindferðin uppi í hvøssum stormi, 25 til 28 m/s.

 

Liggjandi hátrýst

Í seinastu vikuni í mai menti eitt hátrýst seg yvir Norðuratlantshav og breiddi seg í landnyrðing ímóti Føroyum. Fyrradagin, t.e. mikudagin 30. mai legði tað seg væl til rættis sunnan fyri Ísland.

Tað sær út, at hátrýstið fer at vera liggjandi í nógvar dagar afturat. Í 5-daga forsøgnini lova vit tí løtur við bæði skýggjaðum lofti og sól, yvirhøvur turt og lítil vindur av vesturættum allar 5 dagarnar. Veðrið er støðugt og stabilt.

 

Verður summarveðrið liggjandi?

Sum flest okkara vita, so eru veðurforsagnir skiftandi og óvissar, tá ið vit fara langt fram í tíðina. Tó kunnu vit siga, at hátrýstið fer at liggja væl inn í næstu viku, men tað fer at vikna eitt sindur og ganga eitt sindur eystureftir, tí lágtrýst vestaneftir fara at trýsta á.

Lágtrýstini koma av leiðini í Grønlandsfjørðinum, sum er millum Grønland og Ísland. Tey fara at taka eina leið norður um Føroyar, og brúgvaløgini hiðani fara framvið norðanfyri ella skamt vestanfyri, tá ið komið er út í næstu viku.

Brúgvaløgini kunnu vera viknað, og tí er torført at siga, hvussu nógv regn vit kunnu vænta, ella neyvt nær tey fara framvið. Sum viðurskiftini í lufthavinum eru í dag, er okkara besta boð, at tað ikki verður fyrr enn seint í næstu viku, kanska ikki fyrr enn leygardagin 10. juni, áðrenn brúgvaløgini røkka til okkara norðaneftir. Kanska eru tey vikna so mikið, at vit bert fáa løtur við regni?

 

Omanfyri: ECMWF-forsøgn frá 310523 kl.12 UTC. Lufttrýst og avfall. Fyrsta brúgvalagið í vikuni er við Føroyar hósdagin 8. juni.

 

Omanfyri: ECMWF-forsøgn frá 010623 kl.00 UTC. Lufttrýst og avfall. Fyrsta brúgvalagið í vikuni er við Føroyar leygardagin 10. juni.

 

Kelda: Veðurstova Føroya

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040