Barnsburðartunglyndi undirmett

Barnsburðartunglyndi undirmett
Ein nýggj føroysk kanning av sálarligu heilsuni hjá føroyskum barnakonum avdúkar, at vandin fyri at fáa barnsburðartunglyndi er greitt undirmettur.
Sanne Storm hevur gjørt landsfevnandi kanningina, ið fevnir um 424 barnakonur
Mynd: Birgir Kruse  
 
03.06.2023 - 17:58

Tað er Sanne Storm, ið hevur gjørt landsfevnandi kanningina, og týdningarmestu úrslitini í henni verða alment løgd fram í Kongshøll í Havn seinnapartin mikudagin.

- Hóast tunglyndi og angist eru millum kendastu sálarligu avbjóðingarnar hjá barnakonum, eru hesi viðurskifti lítið viðurkend og minni granskaði í føroysku heilsuskipanini, sigur Sanne Storm sigur í samrøðu við Birkblog.

Hon sigur, at tað kann fáa álvasligar avleiðingar fyri bæði mammu og barn - og enntá sálarligu heilsuna hjá allari familjuni - um ikki verður gáað eftir barnsburðartunglyndi.

- Tá verða umstøðurnar at byggja fyrsta trygga knýtið millum mammuna og barnið so mikið meira avbjóðandi, sigur Sanne Storm.

Landsfevnandi kanningin, sum hon hevur gjørt í tvørfakligum samstarvi millum jarðamøðratænastuna, Gigni og Psykiatriska Depilin, fevnir um 424 føroyskar kvinnur.

Sjúkrakassagrunnurin, hvørs pengar upprunaliga komu frá vanligu sjúkrakassalimunum í landinum, stuðlar kanningini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558