AB fekk sín fyrsta sigur

AB fekk sín fyrsta sigur
Brian Jakobsen og Dánial Danielsen skutu málini ímóti ÍF, sum tryggjaðu AB sín fyrsta landskappingarsigur í ár
Tað tók 13 dystir, men nú hevur AB endiliga fingið sín fyrsta sigur í Betri-deildini
 
11.06.2023 - 17:06

Botnliðið AB vann seinnapartin sín fyrsta sigur í landskappingini hjá monnum.

AB vann 2-0 á heimavølli móti ÍF.

Brian Jakobsen legði AB á odda tíðliga í fyrra hálvleiki, og móti dystarenda økti Dánial Danielsen til 2-0.

Við sigrinum kemur AB uppá fýra stig, og er framvegis aftast í fremstu deildini. ÍF verður standandi á 8.plássi við níggju stigum.

KÍ er oddalið við fullum stigatali, 42 stig fyri 14 dystir. 

Nú er steðgur í landskappingini hjá monnum. Næsta leygardag spælir føroyska A-landsliðið á Tórsvølli móti Kekkia. Talan er um EM-undankappingardyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595