Danska uttanríkisnevndin er grundlógartryggjað

Danska uttanríkisnevndin er grundlógartryggjað
Tað er orsøkin til, at danska nevndin fær fleiri upplýsingar enn uttanlandsnevndirnar í Føroyum og Grønlandi
Michael Astrup Jensen er formaður í uttanríkispolitisku nevndini í fólkatinginum.
 
12.06.2023 - 08:38

Uttanríkispolitiska nevndin í fólkatinginum er grundlógartryggjað.

Tað eru uttanlandsnevndirnar í Føroyum og Grønlandi ikki.

Tí fær danska nevndin fleiri upplýsingar enn uttanlandsnevndirnar í Føroyum og í Grønlandi.

Tað sigur formaðurin í uttanríkispolitiska nevndini, Michael Aastrup Jensen, við KNR.

Tær tríggjar uttanlandsnevndirnar hittust fyri fyrstu ferð í Nuuk í farnu viku.

Eingin nýggjur fundur er avtalaður millum tær tríggjar nevndirnar.

Í Nuuk kom fram, at føroyska nevndin og tann grønlendska fáa ikki allar upplýsingar um Føroyar og Grønland, sum nevndin í Danmark fær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643