Innskiftari bjargaði U21 eitt stig

Innskiftari bjargaði U21 eitt stig
Innskifti Gutti Dahl-Olsen bjargaði føroyska U21-fótbóltslandsliðnum eitt stig, tá hann javnaði til 2-2 ímóti Andorra í seinna hálvleiki av EM-undankappingardysti í Klaksvík
U21-fótbóltslandsliðið fekk sítt fyrsta stig í hesi EM-undankappingini
Mynd: Bjarni Enghamar/FSF  
 
16.06.2023 - 20:21

Gutti Dahl-Olsen bjargaði føroyska U21-fótbóltslandsliðnum eitt stig, tá hann javnaði til 2-2 í seinna hálvleiki í EM-undankappingardysti ímóti Andorra.

Framherjin úr EB/Streymi kom á vøllin, tá 70 minuttir vóru spældir, og bert fýra minuttir seinni var hann á rætta stað eftir innlegg frá Jørgen Nielsen.

Føroyar løgdu trýst á síðstu løtuna, men tað eydnaðist ikki at fáa sigursmálið í fyrsta dystinum í hesi undankappingini.


B68-framherji byrjaði ballið

Jørgen Nielsen úr B68 legði Føroyar framum frá brotssparksblettinum, tá 13 minuttir vóru spældir. Leiðslan helt kortini ikki leingi, tí bert níggju minuttir seinni javnaði Gerard Sola fyri Andorra.

Tað var javnt í steðginum, men tá 13 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, var galið hjá heimaliðnum, og Aron Rodrigo legði Andorra framum.

Føroyingarnir trýstu, og Olaf Bárðarson og Jørgen Nielsen misnýttu kjansir, áðrenn Gutti Dahl-Olsen tryggjaði Føroyum fyrsta stigið undir leiðsluni hjá Eyðuni Klakstein, sum óivað hevði ætlað sær øll trý.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595