U21-HM: Føroyar kunnu spæla seg víðari

U21-HM: Føroyar kunnu spæla seg víðari
Um Føroyar vinna á Japan, og Spania vinnur á Angola, hevur U21-landsliðið spælt seg víðari úr bólkaspælinum
 
22.06.2023 - 09:31

Føroyska U21-landsliðið við monnum kann í dag spæla seg víðari í HM-kappingini í Týsklandi.

Um Føroyar vinna á Japan fyrrapartin, samstundis sum Spania vinnur á Angola, hava Elias á Skipagøtu, Hákun West av Teigum og hinir tryggjað sær víðari luttøku í kappingini.

Føroyingarnir fingu eina góða byrjar týsdagin, tá ið teir vunnu sannførandi á Angola og fingu spart fleiri av lyklaspælarunum. Japan tapti hinvegin 43-28 fyri Spania í sínum fyrsta dysti.

Dysturin ímóti Japan byrjar klokkan 10:00, og Kringvarpið sendir beinleiðis í sjónvarpinum frá klokkan 9:50.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083