- Tíðindi, mentan og ítróttur
Annaðhvørt húski telur eitt ella tvey fólk
Annaðhvørt húski telur eitt ella tvey fólk
Samstundis sum fólkatalið er vaksið síðstu 10 árini, er talið á húskjum í Føroyum vaksið tilsvarandi, vísa nýggj tøl frá Hagstovuni.

24.06.2023 - 11:46
Í apríl 2013 vóru 16.700 húski í Føroyum, men í apríl í ár var talið komið upp á 19.041.
Størstu einstøku bólkarnir av húskjum eru húski við einum vaksnum og ongum barni, og húski við tveimum vaksnum og ongum barni.
Tølini eru ávikavist 4.877 og 4.647 - ella tilsamans 9.524, sum er helmingurin av teimum 19.041 húskjunum í Føroyum.
Hini eru so húski við børnum.
Størstur av hesum bólkunum eru húski við børnum, har tað eru tvey vaksin og yngsta barnið er millum null og fimm ára aldur. Tey húskini eru 2.105 í tali.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























