Nevndin ger ikki meira við løgmann og Høgna

Nevndin ger ikki meira við løgmann og Høgna
Landsstýrismálanevndin hevur gjørt niðurstøðu eftir fundin fyrrapartin
Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
26.06.2023 - 14:11

Landsstýrismálanevndin ger ikki meira við málið um útsagnirnar hjá Høgna Hoydal, landsstýrsmanni í uttanríkis- og vinnumálum, og Aksel V. Johannesen, løgmann, í samband við russlandssáttmálan.

Tað er greitt eftir fundin, sum landsstýrismálanevndin hevði fyrrapartin.

Nevndin kannaði, um Høgni Hoydal segði ósatt í tinginum, tá hann segði, at limirnir í uttanlandsnevndini kunnu upplýsa sínum floksfeløgum um tað, sum hendir í uttanlandsnevndini. 

Og um Aksel V. Johannesen brúkti skeiv tøl um landing og umskiping hjá russiskum skipum í føroyskum havnum. 

 

Bárður á Steig Nielsen er limur í landsstýrismálanevndini. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Bárður á Steig Nielsen, nevndarlimur, vildi hava landsstýrismálanevndina at kanna málið.

Hann er ikki nøgdur við niðurstøðuna hjá nevndini: 

 

26062023_Bardur_og_landsstyrismalanevnd

 

Hans Jacob Thomsen er formaður í landsstýrismálanevndini.

 

Hans Jacob Thomsen, formaður í landsstýrismálanevndini, sigur soleiðis um grundgevingina fyri niðurstøðuni hjá nevndini:

 

26062023_Hans_Jacob_og_landsstyrismalanevnd


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
Norðurljóð 2.november 2026
215022
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711