Føroyskt heilsuprógv kann ikki brúkast á norskum skipum

Føroyskt heilsuprógv kann ikki brúkast á norskum skipum
Ætlanin er at kanna, um til ber at gera avtalu við Noreg um at viðurkenna føroysk heilsuprógv, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna
Fimm læknar í Føroyum hava fingið góðkenning frá norska Sjóvinnustýrinum at gera læknakanningar og geva út norsk heilsuprógv. (Savnsmynd)
 
27.06.2023 - 08:50

Sjófólk kunnu ikki brúka føroyskt heilsuprógv, fara tey við norskum skipum.

Har noyðast tey at hava norskt heilsuprógv.

Fimm læknar í Føroyum hava fingið góðkenning frá norska Sjóvinnustýrinum at gera læknakanningar og geva út norsk heilsuprógv. 

Ætlanin er at kanna, um til ber at gera avtalu við Noreg um at viðurkenna føroysk heilsuprógv.

Tað sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna.

Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, spurdi hana um bláu bók og heilsuprógv hjá sjófólki.

Norskt heilsuprógv kann heldur ikki brúkast umborð á føroyskum skipum.

Síðani 1.juli 2020 hevur føroyska heilsuprógvið umframt onnur útlendsk heilsuprógv verið góðkend at nýta umborð á donskum skipum, sigur Ingilín D. Strøm.

Eingin altjóða lóggáva ásetir reglur um læknakanning og heilsuprógv. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329