- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rakt av steini eftir spreinging
Rakt av steini eftir spreinging
Ein kvinna fekk ein stein á seg eftir eina spreinging á Sandvíkarhjalla í gjár

Tað var nærhendis Bókamiðsøluni, at óhappið hendi seinnapartin í gjár
Mynd: Google Street View
01.07.2023 - 12:14
Ein kvinna varð í gjár rakt av einum steini í sambandi við spreingiarbeiðið á Sandvíkarhjalla. Talan var um ein stein á stødd við ein barnaneva, sum rakti kvinnuna á beinið, men eingin skaði stóðst av hendingini.
Tað váttar løgreglan fyri Kringvarpinum í dag.
Óhappið hendi seinnapartin í gjár, tá tað bleiv sprongt omanfyri vinnubygningarnar á Sandvíkarhjalla í sambandi við nýggja innkomuvegin, sum er í gerð. Nakað av smágróti rakti eisini onkrar bygningar, men talan var um so smátt grót, at eingin materiellur skaði var heldur.
Arbeiðseftirlitið fekk fráboðan um hendingina og tekur sær nú av málinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























