- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kríggið hevur eitrandi ávirkan á Putin sum stjórnarleiðara
Kríggið hevur eitrandi ávirkan á Putin sum stjórnarleiðara
Kríggið í Ukraina hevur eina eitrandi ávirkan á støðuna hjá Vladimir Putin sum leiðara í landinum.
Tað sigur stjórin í amerikonsku fregnartænastuni, CIA.

William J. Burns, stjóri í CIA.
02.07.2023 - 12:01
Tað, at russarar í alsamt størri mun eru misnøgdir við kríggið í Ukraina, gevur nú CIA nýggjar møguleikar at heinta upplýsingar um Russland, segði William J. Burns, stjóri í CIA, tá hann helt árligu røðu sína fyri Ditchley stovninum í Bretlandi.
Hetta segði hann eina viku eftir, at leiðarin í Wagner bólkinum, Yevgeny Prigozhin, royndi at birta undir eina kollvelting í Russlandi, sum tó miseydnaðist.
Burns segði, at øll vóru á gosi aftaná hendingarnar síðsta leygardag, tá Prigozhin og bólkur hansara bjóðaðu forsetanum av.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























