- Tíðindi, mentan og ítróttur
Innbrot í Bónus í Saltangará
Innbrot í Bónus í Saltangará
Boðað varð frá innbroti í Bónus í Saltangará kl. 3.45 í nátt. Løgreglan var skjót á staðnum.

Innbrot var í nátt í Bónus í Saltangará.
02.07.2023 - 14:08
Pengar vórðu stolnir, men ilt er at siga, um nakað annað er stolið úr handlinum. sigur vakthavandi á politistøðini.
Uppgerðin er ikki endalig.
DNA-spor vórðu tryggjað á staðnum, og hesi verða nú send til kanningar.
Umstøður vóru ikki til at gera kanningarnar lidnar í nátt, tí fer løgreglan aftur at kanna økið, vakmyndatól og at tryggja onnur spor í dag. Eisini verður tosað við ábyrgdarfólk.
Um fólk vita um okkurt illgrunavert í samband við innbrotið í Bónus í Saltangará í nátt, verður heitt á tey, um at seta seg í samband við løgregluna.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























