Sverri í finaluni í triðju World Cup-stevnuni

Sverri í finaluni í triðju World Cup-stevnuni
Sverri Sandberg Nielsen hevur róð seg í finaluna í einskullara í triðju World Cup-stevnuni í Lucerne í Sveis
Sverri Sandberg Nielsen róði seg sannførandi í finaluna í World Cup III í Lucerne
Mynd: Balint Czucz  
 
08.07.2023 - 15:16

Sverri Sandberg Nielsen skal rógva einskullarafinalu í triðju World Cup-stevnuni, sum er í Lucerne.

Hann vann sær finaluplássið tíðliga seinnapartin, tá hann í stórum stíli endaði fremst í hálvfinaluni. 

Miðvingurin legði seg á odda beinanvegin og var fremst á 500, 1000, 1500 og 2000 metrum og vann á m.a. grikska gullvinnaranum frá Olympisku leikunum í Tokyo í 2021. 

Sverri Sandberg Nielsen róði teinin upp á 06:53.28, meðan sterki týski kappingarneytin, Oliver Zeidler, vann hina hálvfinaluna við tíðini 06:52.43. Tískil er okkurt, sum bendir á, at finalan í morgin verður spennandi.

Finalan verður í morgin klokkan 10.46.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961