Turkaland fær kanska F16-flogfør aftur fyri svenskan Nato-limaskap

Turkaland fær kanska F16-flogfør aftur fyri svenskan Nato-limaskap
Joe Biden, forseti, sigur, at hann er bjartskygdur um svenska limaskapin í Nato, og tað hevur vakt ans
Nú verður umrøtt, at USA skal lata Turkalandi F16-flogfør, um Turkaland afturfyri góðtekur, at Svøríki fær limaskap í Nato.
 
10.07.2023 - 08:26

Útsøgnin hjá amerikanska forsetanum, Joe Biden, í gjár, um at hann er bjartskygdur, tá tað snýr seg um, at Svøríki kann gerast limur í Nato, vekir nú ans.

Joe Biden tosaði við CNN, tá hann segði seg vera bjartskygdan í málinum.

Útsøgnin bendir á, at svenski limaskapurin kann vera nærri enn annars hildið, heldur Martin Selsøe Sørensen, journalistur við innliti í turkisk viðurskifti.

 

Gera býtishandil

Forsetin letur samstundis upp fyri møguleikanum , at Turkaland kann fara at góðkenna Svøríki, um ein handil verður gjørdur:  Turkaland fær F16-flogfør í býti við at góðkenna limaskapin hjá Svøríki í Nato.

Biden nevnir sjálvur í samrøðuni, at góðkenningin hjá Turkalandi kann hjálpast á veg við F16-flogførum. Hetta er fyrstu ferð, at amerikanski forsetin nevnir samband millum hesi bæði evnini.

 

Joe Biden, forseti. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)

 

Turkar vilja hava flogfør

Stjórnin í Ankara hevur fleiri ferðir borið fram ynski um nútímans F16-flogfør. Og grikski forsetin, Mitsotakis, hevur eisini leitað eftir hjálp, sigur Martin Selsøe Sørensen.

Hann heldur, at ætlanin er at styrkja Nato við hernaðarútgerð til Turkalands og Grikkalands, og við at loyva Svøríki inn í hitan. 

- Men hetta er enn í spæl. Tað er ikki komið upp á pláss enn, sigur, Martin Selsøe Sørensen við danska TV2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Týsdag 3. november
Breddin: Miðskeiðisvalið í USA
215831
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860