Putin hitti leiðaran í Wagner-bólkinum

Putin hitti leiðaran í Wagner-bólkinum
Fundurin við Prigozjin var í Kreml 29. juni
Vladimir Putin, forseti.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
10.07.2023 - 15:28

Fáar dagar eftir miseydnaðu uppreistrarroyndina, hitti Vladimir Putin, forseti, leiðaran í Wagner-bólkinum, Jevgenij Prigozjin.

Tað upplýsir talsmaðurin hjá Putin, Dmitrij Peskov, sambært russisku tíðindastovuni, Ria.

Putin hevði boðið 35 fólkum, teirra millum Prigozjin. Fundurin var í Kreml 29. juni, og hann vardi í næstan tríggjar tímar, segði Peskov fyrr í dag.

 

Leiðarin fyri Wagner-bólkinum, Jevgenij Progozjin. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Á fundinum kom russiski forsetin við sínum metingum av hendingunm 24. juni, tá uppreisturin var, og hann lurtaði eisini eftir sjónarmiðunum hjá hinum, segði talsmaðurin.

- Teir løgdu dent á, at teir styðja ríkisovastan og leiðaran fyri vápnaðu deildunum. Teir søgdu eisini, at teir eru til reiðar at berjast fyri sínum heimlandi, segði Peskov.

Uppreisturin hjá Wagner-bólkinum var 23 og 24. juni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Týsdag 3. november
Breddin: Miðskeiðisvalið í USA
215831
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860