Nú verður Svøríki limur í NATO

Nú verður Svøríki limur í NATO
Turkiski forsetin boðaði í gjárkvøldið frá, at landið tekur undir við svensku umbønini um limaskap
Í gjárkvøldið var greitt, at Turkaland góðkennir, at Nato verður limur í Nato.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
11.07.2023 - 08:11

Forsetin í Turkalandi, Recep Tayyip Erdogan, hevur játtað at taka undir við svenskum limaskapi í NATO, sigur Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, sum hevði fund við turkiska forsetan um málið til seint í gjárkvøldið.

Stoltenberg sigur, at turkiski forsetin fer at taka málið upp við stjórnina í Ankara og tryggja sær, at svenski limaskapurin verður staðfestur. Síðani skal skjalið sendast úr Turkalandi til Washington í USA til varðveitslu. Tá tað er avgreitt, er Svøríki limur í NATO.

- Hetta kann ganga skjótt, um politiski viljin er til tess. Tosað hevur verið um, at turkiska tingið kann samtykkja limaskap, áðrenn tað fer í summarfrí, sigur Ole Ryborg, ES-tíðindafólk hjá danska kringvarpinum.

 

Kristersson fegin 

Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, sigur seg vera sera fegnan um broytta hugburðin hjá Turkalandi til svenska limaskapin í NATO, og at hetta er ein góður dagur fyri Svøríki.

Turkaland hevur annars í fleiri mánaðir forðað fyri, at umsóknin hjá Svøríki um limaskap í NATO var gingin á møti. Orsøkin skal vera tann, at Svøríki hýsir harðrendum kurdum.

Svøríki bað um limaskap fyri einum ári síðani.

Sum eitt av teimum 31 londunum í NATO hevur Turkaland sýtingarrætt, at eitt nýtt land skal upp í felagsskapin.

Nato-toppfundur er í Vilnius í dag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209664
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502