Fíggjarlógin liðug

Fíggjarlógin liðug
Hon verður løgd fyri løgtingið mánadagin
 
27.09.2013 - 09:44

Løgtingsskrivstovan fekk beint fyri midnátt, tá freistin var, uppskotið um fíggjarlóg fyri 2014. Uppskotið verður lagt fram í løgtinginum klokkan 11.00 mánadagin.

Og fyrsta viðgerð verður hósdagin og fríggjadagin í næstu viku.

Saman við fíggjarlógaruppskotinum hevur løgtingið fingið nakrar lógir, sum eru knýttar at fíggjarlógini, bæði lógir um útreiðslur og inntøkur.

Harafturat er eykajáttanarlógin fyri heystið 2013 komin í løgtingið.

Seks eykajáttanaruppskot eru annars longu komin í tingið eftir ólavsøku, fýra frá landsstýrinum, tí tey høvdu so stóran skund, at tey kundu ikki bíða til nú, og tvey frá andstøðuni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
Norðurljóð 2.november 2026
215022
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711