G!: Føroyar hava ongantíð sæð nakað líkandi

Júst soleiðis var konsertin hjá bretska punkbólkinum Lambrini Girls á Spæliplássinum á G! hóskvøldið. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Konsertin var garrvill, gravskitin, klikkað, knallhørð, skeiv og skítsvøk. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Mest av øllum var talan um eina spikaharmandi feita rokkkonsert, ið fer í G! søguna sum ein tann besta konsertin á festivalinum nakrantíð. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Eg havi verið til allar G! festivalarnar, ið nakrantíð eru fyriskipaðir, við undantaki av G! Mini í 2008. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Eg havi sæð Nephew, Europe, 200, Beth Hart, Kaizers Orchestra, Spleen United, Meshuggah, Suspekt, Fat Boy Slim, Joe and the Shitboys og RSP leggja G! festivalin niður. Men eg havi ongantíð sæð nakað líkandi sum konsertina hjá Lambrini Girls á Spæliplássinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Ungu kvinnurnar trossaðu føroyska veðurlagið og runnu runt í berum undirklæðum, meðan tær spældu punk sum bara bretar duga at spæla punk. Gravskitið, ófínt og ósmæði. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Tær høvdu nógv upp á hjartað, kvinnurnar í Lambrini Girls, og tær ognartóku Spæliplássið. Vóru líka nógv niðri á sjálvum vøllinum, sum tær stóð á pallinum, og hundfóru runt við áhoyrarunum. Eina løtuna stóð oddakvinnan í bólkinum eisini uppi á skúrinum hjá ljóðpultinum aftast og sang. Til aðrar tíðir bóltaðu tær runt á áhoyrarunum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Tær tríggjar í Lambrini Girls spældu tónleik við einum villskapi, sum kanska ongantíð er sæddur her á landi áður. Tað var eins og eingin morgindagur var.  (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Konsertin við Lambrini Girls verður ikki gloymd í bræði. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Er kopiera