- Tíðindi, mentan og ítróttur
"Bangaranga" úr Bulgaria vann Eurovision

Ikki gongur altíð sum prestur prætikar. Spurningurin er kanska eisini, um tað nakrantíð ger tað?
Tað stóð í øllum førum ikki beinleiðis skrivað í sól og mána, at Bulgaria og Dara skuldi vinna Eurovision-sangkappingina í Wien ár við sanginum "Bangaranga". Men tað gjørdu Dara og Bulgaria.
"Bangaranga" fall ikki bara væl í oyrini hjá útvaldu dómsnevndunum í luttakandi londunum, men tað gjørdi sangurin eisini hjá hyggjararnar. Tá avtornaði var talan um ein rættiliga sannførandi sigur.
Ovfarin vinnari
Eurovision-serfrøðingar eru ovfarnir av úrslitinum, eitt nú Simon Falk, ið dr.dk hevur tosað ið.
"Hetta er fyrstu ferð síðani Conchita Wurst vann í 2014, at ein sangur, ið ikki áhaldandi hevur verið millum tríggjar teir fremst hjá veddingarfyritøkunum, hevur vunnið Eurovision."
Tá finaluvikan í Eurovision-sangkappingini byrjaði bleiv spátt, at Bulgaria og Dara og "Bangaranga" fóru at enda á 16. plássi.
Men sangurin hevur gjøgnum vikuna spakuliga otað seg upp eftir topplilstanum, og á sjálvum finaludegnum, lá Bulgaria og "Bangaranga" á triðja plássi í hølunum á Avstralia og heilt stóra favorittinum Finnlandi.
Mynd: Ritzau/Scanpix
Sjarmerandi Dara, ið sá út til at stórtrívast á pallinum í heimsins størstu sjónvarpssending, og annars tosaði sum ein heimsstjørna, var sjálv ovfarin av úrslitinum.
"Tað er ótrúligt. Eg skilji slett ikki, hvat er hent. Eg vil takka øllum, ið hava tikið "Bangaranga"-orkuna til sín. Tónleikur er kærleiki, og hann sameinir okkum. Eg eri takksom fyri at hava fingið møguleikan at luttaka í Eurovision."
Fegnaðust um sjeynda plássið
Danir feira hinvegin sjeynda plássið í Eurovision-sangkappingini sum ein sigur.
Eftir nógv ár í Eurovision-myrkinum uttan at koma í finaluna, so eydnaðist tað í fjør føroysku Sissal at syngja Danmark í finaluna fyri fystu ferð í nógv ár.
Hetta viðrákið høvdu danir og Søren Torpegaard Lund tikið við sær til kappingina í ár við sanginum "Før vi går hjem".
Nú ávara serfrøðingar um, at danir skulu halda dampinum uppi og ikki vænta, tí tað er eingin sjálvfylgja, at góða gongdin heldur fram.
Annars fer Eurovision-finalan í søguna sum ein finala, ið risti grundvøllin undir heimsins størstu sangkapping.
"Tað er kanska sunt, at øll mynstrini, sum vit plaga at síggja í Eurovision-atkvøðgreiðsluni, verða tveitt á bálið," staðfestir Simon Falk, Eurovision-serfrøðingur í samrøðu við dr.dk.
Hann nevndir ta sannroynd, at dómsnevndirnar spreiddu síni stig meira út yvir øll londini, enn teir plaga. Og so heldur Simon Falk, at hyggjararnir góvu onkur "vill stig", sum hann málber seg.
"Eg má líka sunna meg eitt sindur, tí vit vóru yvir tað heila í hesari atkvøðugreiðsluni. Tað er spennandi sjónvarp, men fyri okkum nørdar er tað eitt sindur ógvusligt. Vit fara nokk at halda, at tað er stuttligt um nakrar dagar."
Topp fimm í finaluni
516 stig: Bulgaria (312 hyggjarastig og 204 dómsnevndarstig)
343 stig: Ísrael (220 hyggjarastig og 123 dómsnevndarstig)
296 stig: Rumenia (232 hyggjarastig og 64 dómsnevndarstig)
287 stig: Avstralia (122 hyggjarastig og 165 dómsnevndarstig)
281 stig: Italia(147 hyggjarastig og 134 dómsnevndarstig)
Danmarkar endaði á 7. plássi við 243 stigum (78 hyggjarastig og 165 dómsnevndarstig)
Samlaða úrslitið av Eurovision-finaluni 2026 kann síggjast HER.
Øll finalan í Eurovision-sangkappingini kann síggjast her:




























