Fígging manglar til at gera KVF-savnið atkomiligt fyri allar føroyingar

Fígging manglar til at gera KVF-savnið atkomiligt fyri allar føroyingar
Verkætlanin at talgilda savnið hjá Kringvarpi Føroya er nú liðug. Nú er eftir at gera savnið atkomiligt fyri allar føroyingar, og tað verður avbjóðandi, tí fíggingin manglar
25.07.2023 - 11:00

KVF-savnsgullið er bjargað. 

Áleið 30.000 ljóðbond, 10.000 sjónvarpsbondupptøkur og ein hálv millión í pappírsskjølum, sum eru partur av Kringvarpssavninum, eru nú talgildað. 

Verkætlanin SavnsGull hevur higartil havt til endamáls at bjarga Kringvarpssavninum. 

Útvarpið byrjaði í 1957 og sjónvarpið í 1984, og tískil hevur Kringvarpssavnið nógv nútíðarsøguligt tilfar, sum tað er umráðandi at varðveita. 

Men enn er KVF-savnið ikki atkomiligt hjá øllum føroyingum, greiðir Mass Hoydal, verkætlanarleiðari frá.

Næsti parturin av SavnsGull-verkætlanini snýr seg tískil um at gera Kringvarpssavnið atkomuligt hjá øllum føroyingum.

Her liggja nakrar avbjóðingar fyri framm, serliga upphavsrætturin og fíggingin, greiðir verkætlanarleiðarin frá. 

Higartil hava tað verð danskir grunnar, ið hava fíggjað SavnsGull-verkætlanina.

Men teir pengarnir eru brúktir. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. januar
Morgunlestur mikudagur 14.januar 2026
202443
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497