Spírarnir í Hoydølum gestir í LEITISSTEIN Live

bannari
Spírarnir í Hoydølum gestir í LEITISSTEIN Live
Anna Lovisa, Bjarki, Emma, Filip, Jóhanna og Sophilia, sum í gjárkvøldið bergtóku føroyingar við sínum framførslum í fyrsta parti av Hoydølum, koma á gátt í LEITISSTEIN kl. 13
Emma, Anna Lovisa, Jóhanna, Filip, Bjarni og Sophilia vera gestir í LEITISSTEIN Live í dag kl. 13
 
06.02.2026 - 00:30

Facebook, Instagram og aðrir sosialir miðlar gløða við fagnaðardagføringum um nýggju tónleikarøðina Hoydalar hjá Kringvarpi Føroya. Hetta hendir í kjalarvørrinum á, at fyrsti partur av sendirøðini varð sendur í sjónvarpinum í gjárkvøldið. 

Í Hoydølum tulka seks útvaldir tónleikaspírar sangir hjá fimm av okkara størstu stjørnum, og tann fyrsta stjørnan í røðini var Martin Joensen. 

Og rósurnar regna oman yvir spírarnar, Kringvarpið og øll tey, ið hava verið við til at framleitt sendingina. 


Stórsjarmørurin Filip á Smið er klárur at fara aftur í "Trýssini" (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

SÍ EISINI: Hoydalar, temasíðan, kvf.fo

 

Her eru nøkur úttak:

»Hoydalar var ein framúr sending. Ein varð púrasta bergtikin av hesum sera dugnaliga unga og vakra ungdómi. Ein fragd fyri eygu og oyru. Takk SVF/KVF«

»Sum tey eru dugnalig hesi ungu fólkini 🎶💫💛 Ordiligar stjørnur… og so við góðu sangunum hjá fitta og dugnaliga Martini 🥰«

»Ómetaliga dugnalig ung fólk, fantastiska góðir tónleikarar og sera góð framleiðsla á føroyskum úr enda í annan - hvat kann ganga gali, tá ið snúningspunktið er Martin Joensen - fantastiskt.«

»Vit skelda mangan inná KVF um hetta og hatta, men í kvøld raktu tey eftir mínum tykki seymin á høvdið! 👏🏻«


Spírarnir Emma, Bjarki, Anna Lovisa og Filip lurta eftir ráðum og søgum frá Martini Joensen, tónlistamanni, ið var stjørnan í fyrsta parti av Hoydølum (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

»Eitt meistarverk - Stutt sagt - Takk at vit kunna upplivað slíka framleiðslu Kringvarp Føroya.«

»Vónríkt, virðiligt, vakurt, og so væl framleitt, takk fyri 🎶♥️«

»Waauw, Hoydalar! Ein fantastisk sending, pakkað við spennandi ungum talentum, profesionellum tónleikarum, framleiðarum og ikki minst legenduni Martin Joensen. Bravo, KVF 👏«

»Tíggju stjørnur av tíggju. Gleði meg til part 2.«


Jóhanna og Sophilia njóta at standa á pallinum í Hoydølum (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Feirað í LEITISSTEIN

Hetta verður feirað í LEITISSTEIN, tí í dag klokkan 13 vera teir seks spírarnir gestir í sendingini.

Vit fara at práta um Hoydalar, tónleik og lívið annars, og so fara vit sjálvandi at spæla allar framførslurnar frá fyrsta partinum, har spírarnir tulka sangir hjá Martini Joensen. 

Sendingin verður eftir ætlan eisini stroymd á heimasíðu Kringvarpsins, kvf.fo. 

Tit lurtarar og hyggjarar eru hjartaliga vælkomin at luttaka í sendingini við at senda spírunum spurningar, heilsanir ella hvat tað skal vera í smsboðum á tlf 224000.


Anna Lovisa Mýri tulkaði ikki so kenda sangin "Gestur" hjá Martini Joensen fyrimyndarliga væl (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Spírarnir eru: 

Bjarki Virgarsson Trondesen, 13 ár, Vestmanna, men býr í Havn
Emma Højgaard, 17 ár, Havn, men býr í Danmark
Filip á Smið, 19 ár, Kaldbak. 
Anna Lovisa Mýri, 20 ár, Klaksvík
Jóhanna Sámalsdóttir, 18 ár, Toftir
Sophilia Wraae Mukisa, 18 ár, Havn

 

Hvat: Hoydalar
Hvar: Í sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Hóskvøld kl. 19.30, og tá tað passar tær á KVF Sjón

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Mikudag 25. mars
Stoffskiftissjúkur í Føroyum
206183
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167