KÍ hevði møguleikarnar at vinna dystin

KÍ hevði møguleikarnar at vinna dystin
Tað endaði við málleysum javnleiki við Djúpumýru í kvøld millum KÍ og BK Häcken, men tað var heimaliðið, ið var nærri sigrinum
Luc Kassi hevði eitt tómt mál at sikta eftir, men hann misbrúkti møguleikan
 
26.07.2023 - 21:52

KÍ-liðskiparin Jákup Andreassen iðraði seg eftir fyrra Champions Leauge-undakappingardystin móti svenska meistaraliðnum BK Häcken við Djúpumýru í kvøld. 

"Vit burdu vunnið handan dystin," staðfesti miðvallarin, og rætt hevði hann. 

KÍ hevði teir báðar størstu málmøguleikarnar í dystinum, ið annars var sera javnur. 

BK Häcken hevði bóltin meira, serliga í fyrra hálvleiki, men KÍ-leikararnir vardu so mikið væl, at svenska meistaraliðið hevði ilt við at spæla seg til veruligar málmøguleikar. 

 

Tvey kolldømd mál

Tveir ferðir í fyrra hálvleiki lá bólturin í KÍ-málinum, men báðu ferð var talan um rættiliga greiðar rangstøður.

Talan var eisini um tilvildarliga støður, heldur enn væl gjøgnum spæld álop frá BK Häcken.

KÍ-venjararnir vóru ikki nøgdur í hálvleikinum og vildu hava sínar menn at tora betur at hava bóltin, og annars ikki detta ov langt aftur á vøllin at verja. 

Hesa áheitan tóku KÍ-leikararnir til sín, og í seinna hálvleiki var KÍ munandi betur við í dystinum. 

 

KÍ bestu møguleikarnar

KÍ fekk eisini bestu málmøguleikarnar, tá fyrst Árni Frederikseberg, ið var eyðsýndur, spældi væl leikandi Claes Philip Kronberg púra frían.

Tíverri stórbjargaði Peter Abrahamsson í svenska málinum. Og tá bólturin støkk út til Luc Kassi, so misnýtt hann upp á tað grovasta, tá hann hevði eitt tømt mál at sikta eftir. 

Tað mest álopsspælið hjá KÍ kom upp gjøgnum vinstru síðu, har Rene Shaki Joensen eisini var stórspælandi.

Og tað var eisini føroyski landsliðsleikari, sum í 89. minutti seinni streyk avstað og legði bóltin inn til KÍ-liðskiparan, Jákup Andreasen, sum hart trýstur skeyt upp um málið úr 10 metrum. 

Javnleikur er eisini eitt gott útgangsstøði til næsta dystin millum liðini í Gøteborg

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928