Fíggjarstýring við í lógina

Fíggjarstýring við í lógina
Fíggjarlig stýring skal nú í lógina um landsins játtanarskipan fyri at tryggja langtíðarhaldførið í búskapinum.
 
31.07.2023 - 07:55

Lógin um játtanarskipanina skal broytast, og uppskotið um tað kemur í tingið á vári 2024.

Umframt fíggjarliga stýring, skal lógaruppskotið umfata nýggj játtanarsløg og møguleikan fyri at flyta avlop og hall fram.

Framskrivingar hjá Fíggjarmálaráðnum í játtanarkørmunum fyri 2024 vístu, at fíggjarlógin fyri 2024 fór at geva hall, um ikki fíggjarpolitisk átøk vóru sett í verk til tess at styrkja inntøkugrundarlagið og tálma útreiðsluvøkstrinum, sigur landsstýrið. 

Við átøkunum, sum longu eru samtykt, umframt nýggj átøk, verður sannlíkt avlop í 2024, sigur landsstýrið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672