Aganevndin: Magnus sleppur ikki til Póllands

Aganevndin: Magnus sleppur ikki til Póllands
Aganevndin í Fótbólssambandinum sigur, at 07 Vestur hevur haldgóða orsøk at mótmæla flytingini hjá Magnusi Holm Jacobsen, sum bleiv kunngjørdur í pólskum felagi 21. juli
Magnus Holm Jacobsen kunngjørdur í Pólska felagnum, Chrobry Glogów, 21. juli.
Mynd: Chrobry Glogów  
 
01.08.2023 - 10:34

Úrskurðurin hjá aganevndini kom í gjár.

07 Vestur vísti í mótmælinum á, at Magnus Holm Jacobsen er bundin av yrkisleikarasáttmála við 07 Vestur fram til 31. oktober 2023, og at avtalan einans var, at 07 vestur var sinnað at leysgeva spælaran til útlendskt felag uttan samsýning, um flytingin varð framd meðan føroyska flytingarvindeygað var opið summarið 2023.

Flytingarvindeygað í summar var opið frá 15. juni til 12. juli.

Niðurstøðan hjá aganevndini er, at umbønin um flyting av loyvisbrævið hjá Magnusi Holm Jacobsen ikki kann verða gingin á møti. 

Aganevndin staðfestir at flytingarumbønin frá pólska felagunm Chrobry Głogów kom 25. juli, sum er væl aftaná at føroyska flytingarvindeygað lat aftur.

Sambært grein 10 í aga- og etisku reglugerðini, kann avgerðin ikki kærast til Yvirkærunevndina í Fótbóltssambandinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928