Grundvatn skal nýtast til almannagagnlig endamál

Grundvatn skal nýtast til almannagagnlig endamál
Kunngerð staðfestir, at Jarðfeingi kann geva landsstovnum, kommunum og interkommunalum felagsskapum loyvi at gagnnýta grundvatn til almannagagnlig endamál
Um privata nýtslu sigur uppskotið um kunngerð, at á matrikli, har grundvatn rennur upp av sær sjálvum, kann eigarin gagnnýta vatnið, um Jarðfeingi gevur loyvi, og um land ella kommuna ikki skulu brúka vatnið
Mynd: Savnsmynd  
 
03.08.2023 - 06:46

Ein kunngerð um, hvussu lógin um at gagnnýta grundvatn skal umsitast, er á veg.

Vinnumálaráðið hevur gjørt eitt uppskot, sum er sent til hoyringar.

Lógin kom í gildi 1. juni.

Sambært uppskotinum um kunngerð skal Jarðfeingi umsita lógina.

 

Alamannagagnlig endamál

Jarðfeingi kann geva landsstovnum, kommunum og interkommunalum felagsskapum loyvi at
gagnnýta grundvatn til almannagagnlig endamál, so sum orkuveiting og kommunala vatnveiting.

Um privata nýtslu sigur uppskotið um kunngerð, at á matrikli, har grundvatn rennur upp av sær sjálvum, kann eigarin gagnnýta vatnið, um Jarðfeingi gevur loyvi, og um land ella kommuna ikki skulu brúka vatnið.

 

Nógvar treytir

Loyvi kann eisini latast partafeløgum og smápartafeløgum til vinnuliga gangnýtslu.

Her er talan um vatn, sum rennur upp av sjálvum, ella vatn, sum borað verður eftir.

Nógvar treytir eru lagdar við, tá borað verður eftir vatni, millum annað um skaðilig árin á náttúru og umhvørvi.

Hoyringarfreistin er til 29. august.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286