B36 vann seg víðari við 1-1 javnleiki

B36 vann seg víðari við 1-1 javnleiki
Seinni dysturin hjá B36 móti walisiska Haverfordwest á Cardiff City Stadium bleiv júst so torførur sum væntað eftir at B36 bert megnaði at vinna 2-1 á heimavølli
 
04.08.2023 - 10:00

B36 vann seg í gjárkvøldið víðari til triðja umfar í Conference League-kappingini, tá ið tað á Cardiff City Stadium eydnaðist at fáa javnleik 1-1 í seinna dystinum ímóti walisiska Haverfordwest.

Av tí at B36 í fyrra dystinum vann 2-1 í Gundadali, gjørdist tað til ein samlaðan 3-2 sigur.

Men B36-fjeppararnir máttu sita rættiliga leingi á pínubonkinum. 

Haverfordwest legði seg framum í 66. minutti, og hetta loypti ein hvøkk á B36-leikararnar, ið høvdu ilt við at finna hvønn annan. 

Tað var ikki fyrr enn í longdu leiktíðini, at tað bragdaði, tá Jann Julin Benjaminsen sera trygt setti eitt brotsspark í netið. 

Í triðja umfari í Conference League-kappingini skal B36 spæla ímóti kroatiska Rijeka, og fyrri dysturin verður á Tórsvølli hóskvøldið í næstu viku.

Hetta er ellivtu ferð, at B36 megnar at spæla seg víðari í europeiskum fótbólti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011