- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hernaðarflogfar fleyg lágt

Millum annað var tað at síggja yvir Havnini og inni á Skálafjørðinum, men tað er ikki eydnast okkum at fáa nakrar upplýsingar um, hvat hetta er fyri eitt flogfar.
Tornið á flogvøllinum í Vágum hevur ikki loyvi at upplýsa nakað, og ovastin í Arktisk Kommando hevur ikki tikið telefonina.
Sum skilst á flogkønum fólki, vit hava tosað við, er talan allarhelst um eitt Lockheed C-130 Hercules-flogfar.
Einki bendir á, at tað hevur sett seg í Føroyum, tí tað hevur ikki verið at sæð á vevmyndum frá flogvøllinum.
Hópin av myndum og upptøkum
Tað minnir nógv um eitt franskt Hercules-flogfar, sum var í Vágum fyri nøkrum døgum síðani.
Danmark hevur sovorðin flogfør, men hetta líkist ikki teimum donsku, tí tey eru heldur ljósari grá á liti, meðan hetta er meira myrkagrátt.
Tí kann tað eisini vera franskt ella bretskt, tí bretar hava eisini flogfør av hesum slagnum.
Mong hava lagt tað til merkis, tí á netinum eru hópin av myndum og upptøkum av flogfarinum, ið fleyg lágt millum oyggjarnar og inni á firðum.




























