- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vatnið reint í Havn og á Argjum
Vatnið reint í Havn og á Argjum
Ikki er longur neyðugt at kóka vatnið hjá teimum, sum fáa drekkivatn úr Havnardali.

06.08.2023 - 17:46
Nú er ikki longur neyðugt hjá teimum húsarhaldum í Havn og á Argjum, sum fáa drekkivatn úr Havnardali, at kóka vatnið, tí tað er reint aftur.
Tórshavnar kommuna hevur síðani hósdagin mælt til at kóka vatnið í teimum pørtum av Havnini og Argjum, ið fáa vatn haðani, og tað fáa tey allarflestu.
Nú boðar kommunan so frá, at seinast vatnkanningin vísti, at vatnið aftur er reint, so ikki er neyðugt longur at kóka vatnið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























