Galatasaray bíðar, um KÍ vinnur seg víðari í Champions League

Galatasaray bíðar, um KÍ vinnur seg víðari í Champions League
Vinnur KÍ Champions League-uppgerðina móti Molde, skulu teir mest sannlíkt spæla ímóti turkiska stórfelagnum Galatasaray, fyri at koma í Champions League-bólkaspælið
 
07.08.2023 - 15:12

Nú er greitt, hvørji mótstøðuliðini hjá KÍ verða, um liðið vinnur seg víðari í Champions League ella tapir, og skal spæla Evropa League.

UEFA hevur havt lutakast í báðum kappingunum í dag.

Vinnur KÍ Champions League-uppgerðina móti Molde, skulu teir mest sannlíkt spæla ímóti turkiska stórfelagnum Galatasaray. 

Stór stjørnurnar á turkiska liðnum eru Mauro Icardi úr Argentina, belgiski Dries Mertens og enski Wilfried Zaha. 

Galatasaray spælir móti Olimpija Ljubljana úr Slovenia, og sambært Bolt.fo eru Galatasaray stórfavorittar har.

 

Sheriff Tiraspol 

Tapir KÍ samanlagt móti Molde verður tað helst Sheriff Tiraspol úr Moldova, sum KÍ skal spæla ímóti í play-off í Evropa League.

Sheriff Tiraspol er stórfavorittur at vinna á Bata Borisov úr Hvítarusslandi.

Fyrri dysturin millum KÍ og Molde verður á Tórsvølli í annaðkvøld. 

Kringvarpið vísir dystin millum KÍ og Molde í sjónvarpinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011