Emerald royndartúr

Emerald royndartúr
Emerald er nú eystanfyri Føroyar og roynir útgerðina, trol, spøl og annað. Hann fór av Havnina fyrrapartin sunnudagin
Emerald er royndartúr eystanfyri
 
08.08.2023 - 08:09

Nú nærkast dagurin, tá verksmiðjutrolarin Emerald kann fara sín fyrsta túr.

Hann er nú eystanfyri Føroyar og roynir útgerðina, trol, spøl og annað.

Emerald fór av Havnina fyrrapartin sunnudagin.

Sambært Kaj Johannesen, reiðara, tekur slíkur royndratúrur eitt til hálvtannað samdøgur.

Okkurt smávegis er eftir at gera, sigur hann, áðrenn Emerald kann fara í Barentshavið.

Emerald hevur fingið trý fiskiloyvi.

Emerald kann fiska rækjur í altjóða sjógvi í Barentshavinum og í Norska havinum.

Hann hevur fingið 1.405 tons av rækjum í russiska Barentshavinum, og hann hevur 149 fiskidagar eftir rækjum við Svalbard.

Teir eru sambært norskari forskrift um føroyska rækjuveiðu í fiskiverndarøkinum við Svalbard, í sjóumveldinum við Svalbard og innaru leiðum.

Emerald kom á Havnina 13.juli. 

Tað hevur tikið longri tíð enn ætlað at rigga Emerald til fiskiskap, sigur reiðarin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928