Nýtt koronufrábrigdi staðfest í Svøríki

Nýtt koronufrábrigdi staðfest í Svøríki
Tað nýggja koronufrábrigdið EG 5 er nú staðfest í Svøríki. Tað smittar illa, men fólk gerast ikki illa sjúk av tí, og tí er eingin orsøk at stúra, siga læknar.
 
14.08.2023 - 10:26

Nýggja koronufrábrigdið eris, ella EG 5, er nú staðfest í Svøríki.

EG 5 er skylt við omikronfrábrigdið. EG 5 hevur verið í Danmark síðani í mai.

Har eru 54 tilburðir staðfestir, skrivar AFP. 

Ikki er orsøk til at stúra fyri EG 5, siga læknar. Tað smittar illa, men fólk gerast ikki illa sjúk av tí. 

Heimsheilsustovnurin WHO heldur tó, at EG 5 er eitt áhugavert frábrigdi.

EG 5 er mest í Kina og USA, men WHO útilokar ikki, at frábrigdið kann gerast tað mest vanliga í heyst og í vetur. Smittan er vaksin 80 prosent í øllum heiminum seinasta mánaðin. Hálvonnur millión fólk eru staðfest smittað av EG 5 seinastu 28 dagarnar.

Hóast EG 5 ikki verður hildið at vera vandamikið, ávarar Tedros Ad-hanom Ghe-brey-esus, stjóri í WHO, um, at vandi kann vera fyri, at vandamiklari koronufyribrigdi kemur undan kavi og hevur sjúku og deyða við sær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655