Fer eisini at tosa grønlendskt í fólkatinginum

Fer eisini at tosa grønlendskt í fólkatinginum
Markus E. Olsen avloysir Aki-Matildu Høegh-Dam á Christiansborg
Markus E. Olsen sigur, at grønlendskt er móðurmálið, og hann fær best sagt tað, sum hann ætlar sær, á grønlendskum.
Mynd: KNR  
 
23.08.2023 - 08:34

Markus E. Olsen, sum skal í fólkatingið fyri Aki-Matilda Høegh-Dam, ætlar eisini at tosa grønlendskt í fólkatinginum.

Hetta er hansara móðurmál, sigur hann við KNR.

Hann sigur, at hann fær best sagt tað, sum hann ætlar sær, á grønlendskum.

Talan er ikki um virðingarloysi móti fólkatinginum.

 

Aki-Matilda í farloyvi

Markus E. Olsen skal vera í fólkatinginum frá 22.september til 6.oktober.

Aki-Matilda Høegh-Dam fer í farloyvi, tí hon skal á leiðsluskeið í USA.

Tað vakti ans, tá Aki-Matilda Høegh-Dam í vár tosaði grønlendskt á fólkatingsins røðarapalli. Ríkisfelagsskapurin var á dagsskránni tá.

Markus E. Olsen sigur, at hann fer at byrja røður sínar á donskum, har hann í stuttum sigur sína hugsan.

Síðani fer hann at tosa á grønlendskum.

 

Tað vakti ans, tá Aki-Matilda Høegh-Dam í vár tosaði grønlendskt á fólkatingsins røðarapalli. (Savnsmynd)

 

Umseting kostar 200 milliónir

Tað fer at kosta í minsta lagi 200 milliónir krónur um árið at umseta grønlendskt og føroyskt til danskt.

Tað segði formansskapurin í fólkatinginum í juni.

Formansskapurin segði seg skilja, um grønlendskir og føroyskir fólkatingslimir vilja tosa ávikavist grønlendskt og føroyskt í fólkatinginum.

Ein skipan, sum skal lofta hesum, fer at kosta minst 200 mió. kr. um árið, umframt minst 40 milliónir til at gera skipanina.

Tølini eru bygd á skipanina í grønlendska landstinginum, sum hevur samstundistulking.

 

150.000 skjøl

Skjøl skulu eisini umsetast, minst 150.000 um árið.

Formansskapurin hevur biðið umsitingina hjá fólkatinginum koma við einum uppskoti um, hvussu tulkingin skal vera.  

Hvørki grundlógin ella tingskipanin forða fyri, at føroyskt og grønlendskt vera brúkt í fólkatinginum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
Norðurljóð 2.november 2026
215022
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711