Dýrari at flúgva úr Kastrup

Dýrari at flúgva úr Kastrup
Prísurin fyri hvørt ferðafólk hækkar úr 170 upp í 217 krónur
Floghavnin í Keypmannahavn hevur gjørt avtalu við stóru flogfeløgini um at hækka prísin. (Savnsmynd)
 
05.09.2023 - 08:28

Á nýggjárinum verður dýrari at flúgva úr Kastrup.

Tá hækkar flogvøllurin prísin fyri hvørt ferðafólk 47 krónur, úr 170 krónum upp í 217 krónur.

Í nýggjari avtalu, sum flogvøllurin hevur gjørt við størstu flogfeløgini, sum brúka flogvøllin í Kastrup, hækkar gjaldið 28 prosent hetta til 31.desember 2027.

Gjaldið er annars minkað níggju prosent síðani 2017.

Flogfeløg, sum ikki eru við í avtaluni millum flogvøllin og stóru flogfeløgini, millum annað Atlantic Airways, fáa nú avtaluna til kunningar.

Ferðslustýrið, Trafikstyrelsen, skal síðani góðkenna avtaluna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542