Vænta 45.000 áskoðarar á pólska tjóðarleikvøllinum í annaðkvøld

Vænta 45.000 áskoðarar á pólska tjóðarleikvøllinum í annaðkvøld
Fyrrapartin hevði føroyska landsliðið tíðindafund og venjing á Narodowy leikvøllinum í pólska høvuðsstaðnum, Varsjava
Landsliðsvenjing á Narodowy leikvøllinum í Varsjava. Leikvøllurin tekur okkurt um 57.000 fólk.
Mynd: Jógvan Skeel  
 
06.09.2023 - 11:32

Håkan Ericson, høvuðsvenjari, Gunnar Vatnhamar, landsliðsspælari og Hans Erik Danielsen, miðlaovasti hjá føroyska A-landsliðnum mannaðu tíðindafundin.

Gunnar Vatnhamar, sum nú roynir seg í íslendskum fótbólti, gleðir seg nógv til dystin í annaðkvøld, har eitt trýst pólskt lið við Robert Lewandowski á odda, bíðar.

Úrtøkan hjá pólska landsliðnum hevur verið vánalig í bólkaspælinum higartil, liðið er á næstaftasta plássi við 3 stigum.

Føroyska landsliðið væntar tí, at póllendingar fara at leggja eitt øgiligt trýst á føroyska liðið fyrstu løtuna, men megna føroyingarnir at standa ímóti, kann frustratión skjótt vísa seg á pólska liðnum.

Fjølmiðlaáhugin er stórur til dystin í annaðkvøld, og tað sást bæði á tíðindafundinum og til føroysku venjingina.

Verjuspælið avgerandi, men eingin Heini

Føroyska verjuspælið verður avgerandi í annaðkvøld, sigur Håkan Ericson.

Tá ið føroyska verjan skal mannast í annaðkvøld, má svenski høvuðsvenjarin klára seg uttan Heina Vatnsdal, sum er skaddur í longri tíð.

Tað er eisini greitt, at aðrir spælarar eru ivasamir, men eftir venjingina í dag, veit høvuðsvenjarin við vissu, hvørjar hann kann líta á.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576