Lewandowski søkti føroysku skútuna

Lewandowski søkti føroysku skútuna
Føroyar vardu væl leingi, men pólski stjørnuframherjin, Robert Lewandowski, var ov sterkur og skeyt Pólland til tveymálssigur
Robert Lewandowski skeyt bæði málini í pólska sigrinum á Føroyum
 
07.09.2023 - 22:11

Føroysku spælararnir vardu væl, men pólski stjørnuspælarin, Robert Lewandowski, var ov sterkur.

Fyrst avgreiddi framherjin úr Barcelona brotsspark, sum var dømt ímóti Odmari Færø, og síðan avgjørdi hann dystin við einum frekum skoti uppum Mathias Lamhauge og yvir í handara málhorn.


Gott verjuavrik fyri steðgin

Póllendingar vóru trýstir undan dystinum, og eins og væntað, løgdu teir trýst á føroyska málið frá byrjan. 

Føroyska liðið stillaði upp í verjukendari 5-4-1 uppstilling, og fyri steðgin eydnaðist at forða heimaliðnum at skapa vandamiklar støður. Harafturat riggaði viðhvørt at halda upp á bóltin og flyta liðið longur fram.

Bæði Jóan Símun Edmundsson og Jóannes Bjartalíð fingu kjansin, men toftamaðurin fekk ikki nóg nógva ferð á stútaran, og Fredrikstad-miðvallarin misti bóltin, áðrenn tað eydnaðist at skjóta úr stuttari frástøðu.


Trýstið vaks eftir steðgin

Leikferðin hjá Póllandi vaks eftir steðgin, og sum dysturin leið, stóðu føroysku spælararnir mestsum bara í verjustøðu. Tá 72 minuttir vóru spældir, var eydnan uppi. Odmar Færø var óheppin, tá hann fekk bóltin á armin í brotsteiginum, og dómarin peikaði á blettin.

Robert Lewandowski nærum steðgaði bæði eina og tvær ferðir á veg til bóltin, og sendi síðan vælspælandi føroyska málverjan skeivan veg. So var 1-0 til Pólland, men føroysku spælararnir fingu ikki hótt pólska málið, og ellivu minuttir seinni staðfesti Barcelona-framherjin heimasigurin.

Hann hevði bæði Hørð Askham og Odmar Færø yvir av sær, men kortini fekk hann skotið ímillum teir og upp um Mathias Lamhauge.


Moldova vitjar Tórsvøll

Avrikið var góðkent og arbeiðsinnsatsin kundu øll vera nøgd við, men tað gav ikki stig í Varsjava. Tað høvdu tey fægstu kanska roknað við, men sunnudagin eru vónirnar og væntaninar aðrar. 

Síðstu árini hava Føroyar spælt javnleik og vunnið ímóti Moldova, og tað heimadysturin á Tórsvølli er ivaleyst besti kjansur at fáa ein sigur í hesi undankappingini.

Hinvegin; Moldavar hava spælt javnt ímóti Kekkia og vunnið á Póllandi, síðan fyrsta dystin í bólkaspælinum ímóti Føroyum, sum endaði við 1-1 javnleiki. Tí verður tað eitt lið við sjálvsálitið - og 4 stigum fleiri enn Føroyar - sum vitjar um vikuskiftið.


Pólland - Føroyar, 2-0 (0-0)
1-0 Robert Lewandowski, 72. min (br.)
2-0 Robert Lewandowski, 83. min
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. november
Jambalaja - 091124
183353
Leygardag 9. november
Upp á tá - 081124
183350
Leygardag 9. november
Vikan - 9. november 2024
183341
Leygardag 9. november
Morgunlestur leygardagur 9. november 2024
183015
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 9. november
Veðrið - teknmálstulkað
183337
Leygardag 9. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183336
Fríggjadag 8. november
Veðrið
183323
Fríggjadag 8. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183283