Håkan: Vit skapa ov lítið

Håkan: Vit skapa ov lítið
Málið broytir dystin, og vit skapa alt ov fáar vandamiklar støður í okkara álopsspæli, segði landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, eftir tapið fyri Moldova á Tórsvølli sunnudagin
10.09.2023 - 20:51

Tað var ein vónbrotin og ørkymlaður landsliðsvenjari, sum býtti dystin ímóti Moldova upp í tveir partar.

 - Vit spæla frálíkan fótbólt teir fyrstu 35 minuttirnar, men síðan bjóða vit teimum inn í dystin við at leggja nakrar óneyðugar sendingar, og tað eri sera ørkymlaður um, segði Håkan Ericson.

Føroyar gjørdu sær ikki dælt av yvirtakinum, og síðan byrjaðu mistøkini at sníkja seg inn í føroyska spælið. Beint fyri steðgin mundu Moldavar lagt seg framum, tá Brandur Hendriksson Olsen misti bóltin mitt fyri á egnari hálvu.

Stutt eftir steðgin eydnaðist hjá útiliðnum at skora eftir skjótt mótálop í høgru síðu.

 - Teir eru meir ágangandi enn vit eftir steðgin, og vit fáa ikki okkara spæl í gongd, og tað eri eg rættiliga vónbrotin av, segði landsliðsvenjarin.

 - Málið broytir í stóran mun dystin. Vit spæla verri, meðan teir sjálvandi fáa nýggja orku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655