Innsavningin hjá Reyða Krossi gav 1,7 milliónir

Innsavningin hjá Reyða Krossi gav 1,7 milliónir
Formaðurin í Reyða Krossi ásannar, at nýggja tíðin helst krevur nýggja tøkniliga loysn í sambandi við innsavning
Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi gav slakar 1,7 mió. kr.
 
21.09.2023 - 08:53

Uttan borgaran - eingin Reyði Krossur.

Tað sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í føroyska Reyða Krossi.

- Vit vilja fegin hava borgaran við í okkara arbeiði, og tí hava vit higartil hildið fast við bússuinnsavningina, hóast øll kanska ikki hava reiðan pening við hús.

Hann ásannar tó, at nýggja tíðin helst krevur eina nýggja tøkniliga loysn.

Jóannes Eidesgaard var í morgunsendingini í útvarpinum í morgun: 

 

21092023_Joannes_Eidesgaard
 
Jóannes Eidesgaard er formaður í Reyða Krossi Føroya.
 

Landsinnsavningin í ár var tann besta higartil, sigur formaðurin.

Í ár komu í alt næstan 1,7 milliónir krónur inn.

Stívliga 800 túsund krónur koyrdar í bússur, meðan restin var flutt á kontu, segði Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi, í morgunsendingini. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328