Hanus Hansen: Ein vanlukka um eingin sáttmáli verður við Russland

Hanus Hansen: Ein vanlukka um eingin sáttmáli verður við Russland
Skipasmiðjan í Turkalandi læt í dag JFK nýggja trolaran Gadus. Hann kostar 450 mió. kr.
Gadus var yvirtikin í dag, og í næstu viku verður farið til Føroya.
 
28.09.2023 - 14:10

- Tað verður ein vanlukka, um eingin fiskiveiðisáttmáli verður við Russland næsta ár. Vit eiga at gera tað sama sum norðmenn.

Tað sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK, sum í dag yvirtók nýggja trolaran Gadus, ið er smíðaður á skipasmiðju í Turkalandi.

Hann sigur, at Gadus kann fyribils fiska av kvotu, sum skipið eigur í norska partinum av Barentshavinum, men tveir triðingar av kvotuni hjá Gadusi er í russiskum sjógvi.

 

Hanus Hansen, reiðari, er væl nøgdur við nýggja skipið.

 

Hanus Hansen sigur, at verður eingin avtala við Russland, er vandi fyri, at tað fer at raka meira enn 200 fólk í JFK. 

Nýggi Gadus kostar 450 milliónir kr. 

Hoyr samrøðu, sum Elin Winther Poulsen gjørdi við Hanus Hansen í útvarpstíðindunum klokkan 14:

 

28092023_Hanus_Hansen_um_Gadus

 

Nýggi Gadus er 88,1 metur langur og 18,3 metrar breiður.

Skipið ltekur umleið 1.200 tons av frystum fiski á plattum, 350 tons av fiskamjøli og umleið 120 tons av lýsi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572