Mæla til at fiska minni av sild og makreli, men meiri av svartkjafti

Mæla til at fiska minni av sild og makreli, men meiri av svartkjafti
ICES hevur gjørt tilmæli um mest loyvdu veiðu av uppsjóvarfiski næsta ár
ICES mælir til, at fiskiskapurin eftir makreli næsta ár verður 740.000 tons, sum eru fimm prosent minni enn í ár. (Savnsmynd)
 
29.09.2023 - 11:26

ICES mælir til, at minni verður fiskað av norðhavssild og makreli, men meiri av svartkjafti næsta ár, skrivar Havstovan.

Millumtjóða havrannsóknarstovnurin hevur gjørt tilmæli um mest loyvdu veiðu eftir uppsjóvarfiski í 2024.

Mælt verður til, at fiskiskapurin eftir norðhavssild minkar 24 prosent, niður í 390.000 tons, og at fiskiskapurin eftir makreli minkar fimm prosent, niður í 740.000 tons.

Hinvegin heldur ICES, at ráðligt er at fiska 12,5 prosent meira av svartkjafti næsta ár, ella tilsamans eina millión og 530.000 tons. 

ICES vísir á, at av tí ósemja hevur verið um býtið av stovnunum av uppsjóvarfiski seinastu árini, hevur fiskiskapurin eftir makreli, svartkjafti og norðhavssild verið millum 30-45 prosent størri, enn vísindaliga ráðgevingin hevur mælt til.

Sí meira um tilmælini frá ICES her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058