Tøkugjaldið farið til politiska viðgerð

Tøkugjaldið farið til politiska viðgerð
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur svarað Magnusi Rasmussen, løgtingsmanni
Stjórin í Bakkafrosti hevur sagt, at tøkugjaldið ger, at 300-400 arbeiðspláss eru í vanda, tí tað loysir seg ikki at gera lidnar vørur. (Savnsmynd)
 
03.10.2023 - 08:16

Tað er ikki farið aftur við borðinum í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, at Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, herfyri segði, at vandi er fyri, at 300 til 400 arbeiðspláss á Bakkafrosti detta burtur, tí tøkugjaldið ger, at tað ber seg ikki fíggjarliga at góðska laksin, at gera lidnar vørur.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sigur í svari til Magnus Rasmussen, løgtingsmann, at Uttanríkis- og Vinnumálaráðið hevur arbeitt við málinum og lagt tað til politiska viðgerð.

Hetta var longu fráboðað, tá tøkugjaldið var viðgjørt í tinginum.

Niðurstøðan verður gjørd sum skjótast, sigur landsstýrismaðurin.  

Magnus Rasmussen spurdi, hvussu landsstýrismaðurin ætlar at loysa avbjóðingarnar, nú arbeiðspláss í alivinnuni eru í vanda.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286